Søgan

Siba parfumur er Føroya fyrsta parfumumerki. Føroyingar brúka nógva parfumu, so sjálvandi skal tað vera møguligt at nýta eitt føroyskt merki, sum ímyndar føroysku kvinnuna. Vit hava brúkt nøkur ár nú upp á at skapa tann angan, sum vit meta rigga best til føroysku kvinnuna, og tað, sum sermerkir hesa nýggju parfumu, er, at angin er ikki ov sterkur, men heldur leingi kortini. Okkara varhugi er, at bæði konu- og mannfólki í Føroyum dámar væl ein mildan og avrundaðan anga, og hetta høvdu vit í huga, tá ið vit settu angan saman.

Eisini var tað umráðandi fyri okkum, at blómurnar, sum eyðkenna angan, skuldu vera serføroyskar, men samstundis ikki ráma góðskuna á parfumuni – tí hava vit spælt við angar frá fleiri blómum og øðrum plantum, sum eru vanligar í Føroyum. Í hesum førinum gjørdu vit av at nýta granntræ og eina ta vakrastu blómuna, vit hava í haganum í Føroyum – blákollu. Umframt hetta hava vit nýtt angar, sum eru meira altjóða, t.d. jasmin og rósu. Tað, sum er heldur serstakt við júst hesum angum, er, at teir, sum áðurnevnt, eru ikki so sterkir, men teir blandast væl við tí natúrliga anganum hjá einum persóni. Á henda hátt gerst angin serstakur alt eftir, hvør nýtir parfumuna. Eisini var tað umráðandi fyri okkum, at góðskan var tann allarbesta, og tí gjørdu vit av, at tað skuldi vera ein eau de parfum og ikki ein av teimum bíligaru sløgunum, eau de toilette ella cologne.

Sum áðurnevnt hava vit brúkt nøkur ár upp á hesa verkætlan, tí vit vildu, at parfuman skuldi vera so frálík sum gjørligt. Eisini havi vit testað parfumuna nógv, tí tað er sjálvsagt týdningarmikið, at fleiri fólkum dámar angan og ikki bara vit sum framleiðarar. Tí hava vit fingið til vega meiningar frá yvir 100 fólkum um angan, og sigast kann, at tað var ikki einum persóni, sum ikki dámdi parfumuna.

Tað er umráðandi fyri okkum, at okkara nýggja merki er so umhvørvisvinarligt sum gjørligt, og tí verður pantur koyrdur á fløskuna og eisini allar framtíðar vørur, sum vit fara at menna. Kundin kann so koma aftur við tómu fløskuni og fáa pengar fyri hana, ella vit senda hana til verksmiðjuna og fylla hana uppaftur fyri kundan. Eisini er verksmiðjan, sum vit nýta til framleiðslu, sera umhvørvistilvitað. Blómurnar, sum tey brúka, eru allar gróðursettar til endamálið, og tískil ávirkast tann villi stovnurin ikki.

Í fyrsta lagi er talan um eina konufólkaparfumu, og so er ætlanin at framleiða eina mannfólkaparfumu seinni. Tað arbeiðið er eisini langt síðan byrjað, men tað er kostnaðarmikið at framleiða tílíkar vørur, og tí kann tað bara vera ein vøra í senn. Ætlanin er eisini at framleiða aðrar vørur, so sum duftpinnar, krem, stearinljós við anga og annað tílíkt. Vónandi er ein fullfíggjað kollektión klár um eini 5 ár.

samband

Hópfígging

Vit settu okkum í samband við Hópfigging og bóðu um teirra hjálp at fáa fígging til at framleiða hesa parfumu. Undirtøkan á hopfigging.fo var nógv størri, enn vit høvdu droymt um, vit rukku okkara mál upp á minni enn 24 tímar, og endaði tað uppi á 195%. So uttan hópfígging og ikki minst øll tykkum, sum stuðlaðu, so hevði tað ikki verið gjørligt at sett hesa fyritøku á stovn.