Føroyskar rávørur
Føroyska sálin
Tað var umráðandi fyri okkum, at blómurnar, sum eyðkenna angan, skuldu vera serføroyskar, men samstundis ikki ráma góðskuna á parfumuni. Í hesum førinum gjørdu vit av at nýta granntræ og eina ta vakrastu blómuna, vit hava í haganum í Føroyum – blákollu. Umframt hetta hava vit nýtt angar, sum eru meira altjóða, t.d. jasmin og rósu.